Dávur Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn, sigur, at arbeiðið við at leingja flogvøllin gongur sera væl. Tíðarætlanin sigur, at arbeiðið skal verða liðugt hin 30. november í 2011, og sum støðan er í løtuni, so heldur ætlanin væl og virðiliga.
- Eystari endin hevur av álvara tikið snið, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vága Floghavn.