Arbeiðið á vandamiklum vegi í Suðuroy liggur enn stilt

Landsverkfrøðingurin og hovbingar eru ósamdir um endurgjaldið fyri grótið, sum verður tikið burtur

Endurgjaldskrav

Enn røkist onki fyri, at arbeiðið at bøta um eitt tað ringasta og vandamiklasta partin av landsvegnum í Suðuroy, verður tikið uppaftur.
Talan er um eitt vegastrekkið omanfyri Hov, har tað bæði er smalt, ringt sýni, høgt omanav og ongin bilaverja í støðum.
Seint í fjør fór Landsverkfrøðingurin undir at spreingja ein kneysa burtur fyri at at gera vegin breiðari breiðari.
Men brádliga steðgaði arbeiðið, tí ósemja tók seg upp um, hvussu stórt endurgjald, hagastýrið í Hovi skuldi hava frá Landsverkfrøðinginum fyri lendið, sum varð sprongt burtur.
Sostatt noktaði hagastýrið Landsverkfrøðinginum at halda fram við arbeiðnum til ein semja varð fingin um endurgjaldið.
Annars upplýsti Landsverkfrøðingurin, at munnlig avtala varð gjørd við hagastýrið í Hovi um endurgjaldið.
Men tá ið semjan skuldi fellast á pappír, høvdu hovbingar broytt støðu og kravdu nú munandi meiri í endurgjaldi, men tað vildi Landsverkfrøðingurin ikki lata.
Landsverkfrøðingurin hevur áður upplýst, at vanliga verða 12 krónur lætnar í endurgjaldið fyri fermeturin av haga. Men tað vilja hovbingar ikki góðtaka. Teir vilja m.a. eisini hava Landsverkfrøðingin at gera ymisk arbeiði í endurgjaldi fyri grótið, eitt nú eina rætt.
Tá ið arbeiðið steðgaði, var møguleikin at ognartaka lendið, nevndur.
Men Landsverkfrøðingirin í Suðuroy sigur nú, at enn er onki hent í málinum. Ongi stig eru tikin mótvegis eini ognartøku og ongin avtala er gjørd við hagastýrið í Hovi.
Og sostatt er enn púra óvist, nær arbeiðið verður tikið upp aftur.
Mett verður, at eini 10.000 tons av gróti skuldu spreingjast burtur í einum lendi upp á 1.000 fermetrar. Sostatt hevði Landsverkfrøðingurin bjóðað hovbingum 12.000 krónur í endurgjaldi, men tað var ov lítið fyri hovbingar.