- Hóast avgerðin er sera trupul, so eri eg púra sannførdur um, at hon er røtt, sigur Sjúrður Skaale, sum í gjárkvøldið meldaði seg úr Tjóðveldinum og nú eru uttanflokkatingmaður.
Sjúrður Skaale sigur, at tey í Tjóðveldinum hava viðgjørt stríðsmálið sum stjórnarskipanina bæði væl og leingi. Men sum tað er vorðið øllum greitt, so er ikki semja.
- Eg liggi í oppnum stríði við leiðsluna. Tað er ikki virðiligt fyri nakran av pørtunum, og tí havi eg tikið avleiðingarnar og eri farin úr flokkinum, sigur hann.
Sjúrður Skaale sigur, at tað var ein sera trupul avgerð.
- Tí síðani eg í 1998 byrjaði at arbeiða fyri Tjóðveldi, havi eg brúkt sera nógva tíð og orku til hetta. Tað hevur givið mær nógvar góðar upplivingar, og eg havi alt gott at bera teimum mongu fólkunum í Tjóðveldinum, sum eg havi samstarvað við.
- Í verandi tingbólki eru eisini sera dugnalig fólk. Og hóast eg í umrødda máli eri ósamdur við formannin, so vil eg leggja dent á, at Høgni Hoydal hevur dygdir, sum sjáldan eru at finna millum føroyskar politikarar. Eftir valsigurin í 1998 lyfti hann á fleiri økjum føroyskan politikk upp á eitt hægri stig. Tað var eisini Høgni, sum í 1999 setti arbeiðið at smíða føroyska stjórnarskipan á lunnar, sigur Sjúrður Skaale.
Men hann ivast ikki í, at avgerðin at fara úr Tjóðveldinum er røtt.
- Ein politiskur flokkur má aldrin gerast eitt endamál í sær sjálvum. Hann er bara eitt amboð, sum kann nýtast til tess at náa nøkrum málum. Tá tín egni flokkur gongur ímóti tí, sum tú heldur vera rætt, er bara eitt at gera: Tú mást velja flokkin frá. Tað ber ikki til at umboða ein flokk, sum tú í grundleggjandi málum ert ósamdur við, sigur Sjúrður Skaale.