Tað er nú alt, sum bendir á, at arbeiðið at projektera ein nýggjan psykiatriskan depil á Landssjúkrahúsinum, verður ikki bjóðað út.
Annika Olsen, løgtingskvinna, reisti spurningin í Løgtinginum í morgun, tá ið hon spurdi John Johannessen, landsstýrismann um heilsumálum, um ætlanin er at bjóða arbeiðið út ella ikki.
Hon vísir á, at talan er um eitt arbeiðið upp á 150 milliónir og tí heldur hon, at tað er sera óheppið, at arbeiðið ikki verður bjóðað út.
John Johannessen sigur, at Landsverk hevur mælt til, at tey, sum frammanundan projektera á Landssjúkrahúsinum, halda fram, nú psykiatriskur depil skal gerast.
Talan er um Árna Winther Arkitektar og landsverk metir, at av tí, at av tí at felagið hevur projekterað so nógv á Landssjúkrahúsinum áður, eru tey nú so køn í sjúkrahúsbygging, at tað er ein fyrimunur, at sama felag heldur fram.
Tá fæst mest sjúkrahús fyri pengarnar, sigur John Johannessen.
Hann hevur nakað síðani spurt Landsverk aftur um hesi viðurskifti, men stovnurin stendur við tilmælið um, at tað er rættast at arbeiðið ikki verður boðið út, men at lata ráðgevaran halda fram.
Bæði Annika Olsen, Karsten Hansen og Annita á Fríðriksmørk hildu, at tað kann ikki góðtakast, at tað almenna gongur undan við at lata vera við at bjóða almenn arbeiði út, serliga tá ið talan er um stórarbeiði.
Tey halda, at tað er sera óheppið, at tað almenna ikki gongur á odda at tryggja javnbjóðis kapping og tey kalla tað sera prinsipielt, at fleiri fyritøkur verða útihýstar frá at bjóða upp á arbeiðið