Arbeiðið ? ein arbeiðaraavís

6. mai 1976 hevði Sosialurin grein um eitt nýtt føroyskt blað. Vit endurgeva greinina:

 

FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI


1. mai kom eitt nýtt blað út. Blaðið kallast »Arbeiðið« og er blað Oyggjaframa Marx-Leninista. Ábyrgdarblaðstjóri er Herman Oskarsson.

Hann sigur, at grundin til, at felagið er farið undir at geva eitt blað út, er hon, at tað arbeiðandi fólkið ikki hevur eitt blað, tey kunnu seta sína meining í.

Hermann Oskarsson sigur, at arbeiðarabløðini ganga aðra leið enn arbeiðarastættin, tí er tørvur á eini arbeiðaravís.

KFF ongar røtur í føroyska samfelagnum

Í Arbeiðið stendur, at Kommunistiski Flokkur Føroya, KFF, ið varð stovnaður, sambært Arbeiðið »sum ketta úr høvdatrog«, ikki hevur røtur í føroysku arbeiðarastættini.

Hevur OFML røtur í føroysku arbeiðarastættini?

? Oyggjaframi hevur virkað síðani 1969 og alla tíðina luttikið í ymiskum tiltøkum. Upprunaliga gav felagið Roðan út. Vit hava fingið okkum eina vitan um føroyska samfelagið, sum vit hava bygt okkara stevnu uppá og ikki beinleiðis sett hana eftir skráum hjá øðrum kommunistaflokkum, sum KFF hevur gjørt, sigur Herman Oskarsson.

Útbúgving úr Moskva

Oyggjaframi varð stovnaður síðst í trýssunum sum ein deild av felagnum í Keypmannahavn.

Herman Oskarsson sigur, at í felagnum var lítið virksemi, og at limir ynsktu eina skúling.

Felagið varð umskipað og fekk sær lesitilfar frá marxist-lenistiskum lesiringum í hinum Norðurlondum og skifti navn til OFML í 1972 ? um sama mundið, sum føroyingar fingu kommuniskiska útbúgving í Moskva. (Teir, sum standa aftan fyri KFF)

Ov lítið samarbeiði

Blaðstjórin á Arbeiðið sigur, at tað er alt ov lítið samstarv millum teir føroysku sosialistafelagsskapirnar. Hann sigur, at Arbeiðið og teir vilja skapa eitt samarbeiði við kjaki ? frítt orðaskifti, ikki kompromiss?ir.

Oyggjaframi hevur havt stevnur við Føroyskar Sosialistar, sum felagið í Keypmannahavn nú kallast, og ein fund við KFF. Í Arbeiðið stendur, at Oyggjaframi vil skapa eina eind.

? Hvussu nógvir limir hevur Oyggjaframi?

? Næsti spurningur?

Hava tit nakrar arbeiðarar sum limir?

? Jú, meiri enn so.