Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, váttar, at politikarar ætlaði, at lønarstopp var upp á tal, nú hátíðarhald er á Vaglinum í Havn 1. mai er í dag, og tað verður hátíðarhildið á hvørjum árið. Í dag hava allir arbeiðarar somuleiðis fingið lønarhækkan, men fyri tíð síðan var frammi, at henda lønarhækkan kanska ikki bleiv veruleiki.
Fyri tíð síðan var nevniliga ein fundur millum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarafeløg, har arbeiðsgevarafelagið legði upp til, at ongin lønarhækkan skuldi vera í dag.
? Vit kundu sjálvandi ikki ganga við til, at arbeiðarin ikki fekk sína løn, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann leggur afturat, at tað ikki vóru arbeiðsgevarafeløgini, sum í veruleikanum kravdu lønarsteðg. Tí tað vóru politikararnir.
Hann slær somuleiðis fast, at tað er sera týdningarmikið, at lønirnar hjá teimum lægstløntu halda fram at hækka, hóast samfelagshjólini ikki mala so skjótt longur.
? Summi siga, at prísirnir bara fara upp, tá arbeiðarin fær meira løn, men prísirnir halda fram at vaksa, hóast arbeiðarin ikki fær lønarhøkkan, sigur Hans Joensen.
Skráin til hátíðarhaldið, sum er beint nú, byrjaði við, at Hans Joensen beyð vælkomin. Síðani hevur Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, hildið røðu og beint nú Petur Skeel Skarðsá røðu, hann er arbeiðsmaður arbeiðsmaður.
Til seinast fer Snorri Fjalsbak, sum er stjóri á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum at bera fram røðu.
Havna Hornorkestur er eisini við til hátíðarhaldið.










