Yvirgangurin í Noregi tann 22. juli hevur givið Arbeiðaraflokkinum hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra nógvar veljarar afturat, og ein nýggj meiningakanning vísir, at nú er undirtøkan hjá flokkinum tann størsta í meiri enn 35 ár. Kanningin vísir, at hevði stórtingsval verið nú, hevði Arbeiðaraflokkurin fingið 40,4 prosent av atkvøðunum, sum er 11,7 prosentstig meiri enn á seinasta vali. Úrslitið hevði verið ta besta hjá Arbeiðaraflokkinum síðani 1985, tá flokkurin við Gro Harlem Brundtland á odda megnaði at fáa 40,8 prosent av atkvøðunum.
-Hetta er ein heilt ótrúlig framgongd, sigur valgranskarin Hanne Marthe Narud á lærda háskúlanum í Oslo við blaðið Nationen. Hon heftir seg serliga við, at tann høgrasinnaði Framburðsflokkurin missir undirtøku. Í Framburðsflokkinum halda tey, at tað er tann politiska undantaksstøðan í kjalarvørrinum av yvirganginum, sum ger, at flokkurin hevur mist undirtøku.
Hevði val verið nú, hevði Framburðsflokkurin fingið 16,2 prosent av atkvøðunum.