Nú ímillum jól og nýggjár hava øll tey fimm arbeiðarafeløgini í landinum sagt sáttmálarnar við arbeiðsgevarafelagið, upp.
Hetta sáttmálaskeiðið er liðugt 30.apríl á midnátt, men uppsagnartíðin er fýra mánaðir.
Sostatt er freistin at siga sáttmálarnar upp av nú á nýggjárinum, annars halda teir fram.
Georg F. Hansen formaður í Føroya Arbeiðarafelag, váttar, at øll arbeiðarafeløgini hava sagt sáttmálan við Arbeiðsgevarafelagið upp.
Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, umframt arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík.
Sostatt skulu samráðingar verða um nýggjar sáttmálar í vár.
Seinast samráddust øll arbeiðarafeløgini saman og Georg F. Hansen væntar, at tað fara tey eisini at gera í vár, tó at tey ikki hava tosað so neyvt um tað enn.
Hann dugir heldur ikki at siga nakað um, hvørji krøvini til ein nýggjan sáttmála verða.
Men tað er onki at ivast í, at feløgini fara at krevja eina lønarhækking, sigur hann.
Kostnaðarstøðið er nógv hækkað við dýrari olju, dýrari streymi, dýrari Heilsutrygd, hægri gjaldi til ALS, umframt at vørurnar dýrkað.
- Tí er onki at ivast í, at vit fara at krevja hægri løn, staðfestir hann.
Ongin hugur at spara
Tá ið fakfeløg hava samráðst við arbeiðsgevararnar og eru komin ásamt um eina lækking, hava tey eisini avtalað, hvussu stórur partur, skal leggjast afturat sjálvari lønini og hvussu nógv av hækkingini skal leggjast afturat eftirlønini.
Men formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag staðfestir, at nú samgongan hevur samtykt at skatta pensjónir við inngjald, hevur hetta tikið hugin at spara til eftirløn, burtur.
- Eg vænti, at vit fara at krevja sum mest upp á sjálva lønina fyri at fáa hana at hækka, heldur enn sjálva eftirlønina, sigur hann.
- Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu berjast fyri at fáa eftirlønina so nógv upp eftir at samgongan hevur samtykt at skatta inngjaldið, leggur hann afturat.
Missa 1000 - 1500 krónur um mánaðin
Nú samgongan hevur samtykt at skatta pensjónir við inngjald, fer hvør limur í Føroya Arbeiðarafelag, sum frálíður, at fáa 1000 – 1500 krónur minni í eftirløn, enn hann annars hevði fingið.
Tað vísa útrokningar, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt.
- Tað er ein rættiliga stórur missur upp á seg, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Hann vísir samstundis á, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag fara ikki at fáa eitt flatt oyra í skattalættanum, sum samgongan hevur samtykt.
Og hann væntar, at hetta fer at fáa ávirkan á samráðingarnar, sum verða í vár, tí tileggjanin til at spara saman til eftirløn er nógv viknað eftir at inngjaldið verður skattað.