Arbeiða við barnagarði í Hósvík

Arbeitt verður við barnaansingini í Hósvík, sigur borgarstjórin. Hann væntar eina loysn í hesum valskeiðnum

Kommunumál
Edvard JoensenÍ Hósvík verður arbeitt við ætlan um bygging av barnagarði. Eingin endalig støða er tikin enn, men borgarstjórin væntar, at málið verður avgreitt í hesum valskeiðnum.
Um tað verður barnagarður, ella tað verður onnur loysn, sum vald verður, er heldur ikki fastlagt, men sum skilst á borgarstjóranum i Hósvík, Jógvani Mørkøre, er ein barnagaðrur, tað, sum liggur eina fremst í ætlanini. Onkur er kortini, sum hellur eitt sindur til eina dagrøktarskipan, sigur hann.
Tað hevur verið at hoyrt millum fólk, at Hósvíkar Kommuna hevur samtylt at byggja barnagarð fyri fýra milliónir krónur, men tað er ikki so, sigur Jógvan Mørkøre. Eingin endalig samtykt er gjørd, leggur hann dent á.
Men hann váttar, at Hósvíkar Kommuna hevur víst áhuga fyri barnagarðinum í Hvalvík, sum kostaði eina fýra milliónir krónur, og tað kann vera haðani, tíðindini stava, heldur hann.
Sjálvurdylur hann ikki fyri, at hann heldur loysnina í Hvalvík vera sera hepna, og at hon væl kundi brúkst í Hósvík eisini.
Hósvík er bygd í vøkstri, og har eru nógv børn, sigur Jógvan Mørkøre, so eingin ivi er um, at tað er neyðugt við eini ansingarskipan.