– Eg fái ikki sagt annað enn at vit arbeiða so skjótt sum gjørligt. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú stórur spenningur er um, hvar tær illa umstríddu menningarkvoturnar endað. Menningarkvoturnar eru nakrar kvotur, sum eru settar av til serligar verkætlanir, eitt nú har tað ikki so nógv fiskivinna sum aðrastaðni í landinum.
Tey hava fingið næstan 40 umsóknir um menningarkvotur og Høgni Hoydal sigur, at nú er nevndin, sum viðger umsóknirnar, farin undir arbeiðið at gera av, hvørja umsóknir skulu ganga á møti.
Landsstýrismaðurin sigur við Rás2, at tað er neyðugt at avgreiða umsóknirnar so skjótt sum gjørligt, tí talan er eisini um kvotur fyri í ár, so skipini skulu fáa stundir at fiska tær, og at fáa gongd á tær ætlaðu menningarætlanirnar.
Sjálvur hevur Høgni Hoydal ikki sæð umsóknirnar og hann ætlar sær heldur ikki at lesa tær, tí ein nevnd er sett at taka støðu til tær.
Tann sætta juni verður aftur eitt umfar, har fiskirættindi verða seld á uppboði, og tey, sum hava søkt um menningarkvotur hava sett sítt álit á, at tá skulu menningarkvoturnr verða avgreiddar. Men Høgni Hoydal sigur, at tað fer ikki at eydnast at avgreiða menningarkvoturnar fyri tað.
Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá, hvussu gongur at avgreiða menningarkvoturnar.