Arbeiða hart fyri at fáa Suðuroy í eina kommunu

Beinanvegin eftir nýggjár verða stig tikin til at savna alla Suðuroy í eina kommunu. Helst koma kommunan í Sumba og á Tvøroyri við einum felags útspæli um samanlegging

Kommunusamanlegging

Uppundir kommunuvalið var nógv frammi um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman. Fyrst og fremst vóru tað sumbingar og Tvørafólk, sum ætlaðu at leggja tær báðar kommunurnar saman, men tað miseydnaðist, tí teir fullu fyri tíðarfreistini uppundir kommunuvalið.
Men tað merkir ikki, at spurningurin um kommunusamanlegging í Suðuroynni er sleptur.
Tvørturímóti er væntandi, at arbeiðið fyri at savna alla oynna í eina kommunu verður harðari nú enn tað nakrantíð hevur verið.
Samstundis sum kommunuvalið var, skipaðu kommunan á Tvøroyri og kommunan í Sumba eisini fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, har veljarin slapp at siga sína hugsan um eina kommunu í Suðuroy.
Úrslitið vísti ein heilt greiðan meiriluta í hesum báðum kommununum fyri at at leggja alla kommununa saman í eina kommunu.
Sostatt hevur borgarstjórin á Tvøroyri eiha púra greiða undirtøku hjá tvørafólki tá ið hann nú sigur, at samanlegging verður eitt av teimum heilt stóru málunum hjá Tvøroyrar býráði í næsta valskeiði.
Sum borgarstjóri seinastu tvey árini hava hann, og alt býráðið á Tvøroyri, verið íðin talsmenn fyri samanlegging.
Mánakvøldið varð hann afturvaldur til borgarstjóra tey næstu fýra árini.
Og hann sigur, at málið um at leggja alla Suðuroy í eina kommunu verður eitt av teimum heilt stóru málunum hjá Tvøroyrar Býráð í hesum valskeiðnum.
Hann væntar at Tvøroyrar Kommuna og Sumbiar Kommuna fara at koma við einum felags útspæli til allar hinar kommunurnar um samanlegging.
Sostatt væntar hann, at Tvøroyrar kommuna og Sumbiar kommuna í felag fara at kalla allar hinar fimm kommnurnar í Suðuroynni saman til fundar at tosa um samanlegging.
Og hann væntar eisini, at tað verður beint eftir nýggjár, at farið verður til verka.