Arbeiða fyri at loysa trupulleikan hjá suðuroyingum

Men tað landsstýrið fer ikki at krevja, at Smyril skal sigla fleiri túrar

Eg fari ikki at geva Strandferðsluni boð um, at Smyril skal siglaf fleiri túrar enn hann ger í dag. Tað gjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, greitt í Løgtinginum, tá ið fíggarlógin varð samtykt.

Tað hevur verið ein trupulleiki, at tað hevur gingið so illa hjá Smyrli at halda ferðaætlanina og ein orsøk er, at tað er so nógvur farmur at flyta.

Hinvegin heldur hann, at tað er ein posoitivur trupuleiki at tað er so nógvur farmur at flyta, men tað er eitt mál, tey arheiða við at loysa.  

Sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at flutnngsfeløgini áttu at lagt at í Suðuroy eftir tí, sum skal til útflutnings, men tað eru tey ikki serliga áhugað í.  

Ein annar møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at fáa eitt annað skip at sigla við farmi, men tað er eitt tvíggjað svørð, tí tað er ein dýr loysn. Fyrst skal eitt annað skip útvegast og harafturat fer Smyril at missa inntøkur.

Jørgen Niclasen sigur, at ein loysn, arbeitt verður við, er at finna eina skipan, har farmurin verður útjavnaður á fleiri túrar, tí sum ernú, eru tað fleiri túrar, har tað saktans er pláss fyri meiri farmi.

Men tað er í øllum førum ikki ein møguleiki at fáa Smyril at sigla meiri, tí tað tolir hann ikki. Longu sum er, verður hann so hart koyrdur, at tað knípur at halda hann sum væl, sum ynskiligt er, og skal hann sigla meir, er vandi fyri, at hann verður sigldur í senk.

Annars lá eitt uppskot frá einum parti av andstøðuni um at játta Strandferðsluni fimm milliónir afturat, og at marka peningin til Smyril, so at hann fekk siglt meiri, men tað varð felt tí samgongan sigur, at tað tolir hann rætt og slætt ikki.