Turkiska stórfelagið Fenerbache hevur nú boðað frá, at spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones, verður nýggjur venjari í felagnum. Fenerbache koyrdi fyri mánaði síðani brasilska Zico úr venjarastarvinum, og síðani hava gitingarnar verið nógvar. Eitt nú ljóðaði eitt skifti, at Michael Laudrup skuldi verða nýggjur venjari. Men tað verður so 69 ára gamli Aragones, sum nú setir seg í sessin eftir fýra ár sum spanskur landsliðsvenjari.










