Arafat ongan lut í framtíðini

Tað verður ikki friður í Miðeystri, fyrr enn palestinar fáa eina aðra leiðslu, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Tað hevur vakt ans, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, nú alment hevur givið til kennar, at USA vil hava palestinar at velja sær eina aðra leiðslu.

Á einum fundi segði Powell, at tað endaliga málið í strembanini eftir varandi friði í Miðeystri má vera, at allir partar góðtaka hvør annan sum grannar.

-Í hesari tilgongdini er tað greitt, at her er eingin lutur til ta núverandi palestinsku leiðsluna, tí við hesari palestinsku leiðsluni verður eingin friður í Miðeystri, segði Colin Powell á fundinum.

Í næstu viku fara USA, Russland, ES og ST aftur at samráðast um ætlanina um at skipa eitt sjálvsstøðugt palestinskt ríki um trý ár.