Amerikanski forsetin, Barack Obama, er ikki serliga nógv avhildin í tí arabiska partinum av heiminum, nú tvey ár eru liðin, síðani hann boðaði frá einari nýggjari byrjan í viðurskiftunum millum USA og tann arabiska heimin. Tað sæst í einari meiningakanning, sum eru gjørd í Egyptalandi, Jordan, Libanon, Marokko, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratunum.
4.000 fólk eru spurd, og kanningin vísir, at tey flestu eru misnøgd við, at forsetin hevur ikki hildið tey lyfti, sum hann gav tí arabiska heiminum í einari røðu, sum hann helt í Kairo fyri umleið tveimum árum síðani.
Tað eru serliga egyptar, sum eru misnøgdir við USA og politikkin hjá Obama-stjórnini. Bara fimm prosent har eru nøgd. Harafturímóti eru 30 prosent av teimum spurdu í Saudiarabia nøgd við politikkin hjá Obama.
Kanska eitt sindur óvæntað vísir kanningin, at sum heild hava arabar eina daprari uppfatan av USA nú, enn tá George W. Bush var í Hvítu Húsunum.










