Nýggjasta fløgan hjá Aqua, Megalomania, hevur nærum onga undirtøku fingið í Danmark, tí fløgan seldi einans 2282 eintøk fyrstu vikuna.
Danski bólkurin, sum hevur verið ein tann best seljandi bólkurin í Danmark nakrantíð, stendur nú í einari heldur øðrvísi støðu. Eingin undirtøka er fyri nýggju fløguni.
Umboðsmaðurin hjá bólkinum, Niclas Anker, er tó ikki vónsvikin av søluni.
-Tað er nøktandi, tá vit hugsa um hvønn marknað vit nú hava. Vit eru fólkaogn, og skulu tí arbeiða fyri at nýggjur tónleikur verður tikin upp. Tað hava vit einki ímóti, sigur hann við Ekstra Blaðið.
Umboðsmaðurin sigur tó, at hansara ætlanir eru, at fløgan einaferð skal fáa platinviðurkenning, sum merkir, at 20.000 eintøk eru seld.
Aqua hevði áðrenn hesa fløguna selt 33. milliónir eintøk í teirra karrieru. Nú er tað so 33.002.282 eintøk.