Apple-trupulleikar við netbankanum

Hósdagin fingu fleiri Mac-brúkarar trupulleikar við innritan til heimabankan. Nú skrivar The Register, at trupulleikin er sera einfaldur. Nevnliga at Apple hevur valt at deaktivera Java 7 í fleiri útgávur av stýriskipanini hjá Appe.

The Register skrivar millum annað, at ein dagførinf av Xprotect hjá Apple steingir fyri øllum útgávum av Java á Mac OS X, útgávu 10.6 og hægri.

- Í løtuni veit eg ikki nóg mikið til at gera nakra viðmerking, sigur Ander Rendtorff, samskiftisstjóri hjá Oracel í Danmark við heimasíðuna, epn.dk.

Fleiri danskir bankar hava boðað viðskiftafólkum sínum frá trupulleikanum, og bankarnir staðfest, at teir í løtuni ikki fáa gjørt tað stóra við trupulleikan.

Seinastu tíðina hevur Java verið fyri fleiri atfinningum, tí fleiri trygdarhol hava verið í skipanini. Og eitt nú ætlar Firefox eisini at blokera fyri Java 7.