App til Summar Festivalin

Summar Festivalurin hevur ment eina app, har til ber at fylgja við í tí, sum fyriferst á festivalinum

Við app'ini ber til at halda seg dagførdan við øllum tí, sum hendir á festivalinum. Tað verið segtíðindi, kunning um praktisk viðurskifti, skránna fyri festivalin og umrøðu av bólkunum, ið spæla á ársins festivali.

App’in er ókeypis at taka niður frá App Store, og hon er ment til bæði Android og iOS. App’in eitur “Summarfestivalurin”.