Susanne Engstrøm, Forkvinna í Farmakonomforeningen
----------------
Føroyar hava eitt vælvirkandi apoteksverk, sum tryggjar øllum føroyingum lætta atgongd til heilivág. Á apotekinum arbeiða farmakonomar og farmaceutar, og báðir fakbólkar hava eina góða útbúgving innan heilivág. Talan er um væl egnaða arbeiðskraft, ið tryggjar góða ráðgeving og atgongd til rættan heilivág.
Tíverri verða farmakonomarnir raktir av uppskotinum um pensjónsnýskipan. Pensjónstreytirnar versna, og hetta kann hava við sær ov fáar arbeiðandi farmakonomar, tí at færri danskir farmakonomar vilja taka vikarstarv í Føroyum, tá ið teir verða noyddir í ein føroyskan pensjónsgrunn.
Farmakonomarnir hava verið framskygdir og hava leingi spart upp til pensjón. Í dag er uppsparingin í Pensionskassen for Farmakonomer, sum er ein væl rikin lítil pensjónsgrunnur við serkunnleika fyri umstøðum og tørvum hjá farmakonomum. Ár eftir ár hevur pensjónsgrunnurin givið gott avkast og góð tryggingarviðurskifti í samband við óarbeiðsføri og sjúku. Hetta skapar tryggleika hjá farmakonomum – og fíggjarligt yvirskot í gamalsaldrinum.
Um farmakonomar nú skulu noyðast í eina føroyska pensjónsskipan, verða pensjónstreytirnar verri. Í dag arbeiða 71 farmakonomar í Føroyum, og tað er sjálvandi ikki nóg mikið til ein sjálvstøðugan pensiónsgrunn. Tey noyðast tí at velja ein pensiónsgrunn, sum ikki beinleiðis er rættaður at arbeiðslívinum hjá teimum handan diskin á apotekinum.
Ein onnur avleiðing er, at pensjónsnýskipanin kann hava við sær trot á farmakonomum í Føroyum. Mong størv eru í dag mannað av donskum farmakonomum, sum hava hug og vilja til at arbeiða eitt longri ella styttri tíðarskeið í Føroyum. Hetta er gott og neyðugt, tí at tað eru ikki nóg nógvir føroyskir farmakonomar til at nøkta tørvin á arbeiðsmegi.
At verða noyddir í ein føroyskan pensjónsgrunn fer ikki at betra um hugin hjá donskum farmakonomum ella føroyskum farmakonomum búsitandi í Danmark at taka tíðaravmarkað størv í Føroyum. Tað kann kosta teimum nógv í umsitingaravgjøldum at flyta runt við síni pensjónsuppsparing, og tað er eisini dýrt at hava tvær pensjónsuppsparingar.
Úrslitið av uppskotinum til pensjónsnýskipan hevur tí ikki einans verri treytir fyri farmakonomar í Føroyum. Tað kann eisini merkja verri treytir fyri brúkarar av heilivági.