Ein partur av festivalinum er tjaldingarøkið úti við Grøv, sum undanfarnu árini hevur verið stúgvandi fult av festivalgestunum.
Tað vóna fyrireikararnir eisini verður galdandi í ár, og eins og í fjør ætla tey, at skilið á økinum skal vera gott.
Vit hava gjørt avtalu við Ansni, sum alla tíðina hevur vakt á økinum. Bæði so vit á tann kunnu tryggja, at skilið á økinum er hampuliga gott. Men eisini fyri trygdina, soleiðis at um okkurt skuldi borist á, eru fólk altíð til staðar at taka sær av hesum. Ella at biða um hjálp, um hetta verður neyðugt.










