Óansin bilførari rendi á

Tað hendi ongin fólkaskaði í ferðsluóhappi í morgun

Í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á Kambsdali, har tveir bilar fingu skaða.

 

Ein bilførari, sum var á veg í skúla, hevði kanska ov nógva skund, men í øllum førum ansaði hann ikki eftir bilinum frammanfyri.

 

Avleiðingin var, at bilførarin rendi í reyvina at bilinum frammanfyri, men løgreglan sigur, at ongin fólkaskaði var, og at tað bara vóru bilarnir, sum fingu skaða.

 

Tað stóðst nakað av ferðsluruðuleika av ferðsuóhappinum, men løgreglan var á staðnum og fekk glið á ferðsluna aftur.