Ansið eftir sandkassunum

Nú summarið nærkast mælir Gigni til, at foreldur verða serliga varin við sandkassunum. Gigni sigur, at hundum og kettum dáma eisini væl at grava í sandkassanum og í samband við at hesi grava, lata tey ofta ekskrementir eftir sær í sandkassan. Síðan skava tey flestu eitt sindur av sandi útyvir, so ekskrementini ikki eru so sjónlig.

Ekskrementir frá hundum og kettum innihalda eina ørgrynnu av sjúkuelvandi bakterium og møguleiki er eisini fyri, at hesi innihalda ymisk sløg av parasittum, so sum spolormar, ið børnini kunnu verða smittaði av.

Um matrestir verða liggjandi í sandkassanum, tiltrekkja hesar eisini hundar, kettur, fugl og rottur.

Tað eru serstakliga ekskrementini frá hesum djórum, sum kunnu verða ein vandamikil smittukelda hjá børnum.

Vanlig sjúkueðkenni hjá børnum, sum verða smitta av virus, bakterium ella fáa parasittar frá sandkassanum kunnu vera febur, leyst lív (diarré), magapína og spýggja.

Tað eru serstakliga børn í aldrinum frá umleið 7 mðr. til 3½ ár, ið eru í størst vanda fyri smittu úr sandkassanum.