Tað er ein trupulleiki, at nógvir bilførarar ansa ov illa eftir, tá ið neyðsendarakfør koma koyrandi við fullari ferð, hóast tey bæði brúka sirenu og bláu blunkljósini.
Tað staðfestir Ragnar Jacobsen í Miðvági, sum arbeiðir í sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, og koyrir sjúkrabil.
At summir bilførarar ikki bera seg rætt at, tá ið neyðsendarakfør koma koyrandi, er ein vælkendur trupulleiki aðrastaðni. Men Ragnar Jacobsen heldur, at upp á seg er trupulleikin kanska enn størri í Føroyum, tí her eru vegirnir nógv øðrvísi enn aðrastaðni, ikki so breiðir við nógvum brekkum og svingum og ringum sýni
Trupuleikin er serliga, at summir bilførarar reagera ov seint fyri einum neyðsendarakfari, og sostatt bremsa teir ofta knappliga. Aðrir bilførarar halda, at tað er nóg mikið bara blinka til síðuna fyri at vísa, at teir hava sæð neyðsendarakfarið, men kortini at koyra við somu ferð og í somu vegbreyt, uttan at geva seg til síðis.
Hettar er so skeivt sum tað kann vera. Bilførarar skulu altíð geva seg til síðis og ikki taka ferðona av bilinum, fyrrenn teir eru komnir heilt í á vegøkslina.
Tað kann stórur vandi standast av, at bilførarar, sum koyra frammanfyri eitt neyðsendakfar, at kalla høgga bremurnar í sum um at teir eru blivnir kløkkir. Tí tá má neyðsendarakfarið snara hart undan, og tá kann stórur skaði standast av, skuldi ein mótkoyrandi bilur komið, sum heldur ikki hevur ansað eftir neyðsendarakfarinum
Oftani er tann størsti trupuleikin tá ið tríggir bilar koyra reyv í reyv frammandyri eitt neyðsendarakfar.
Ofta vísir tað seg, at bæði tann fremsti bilurin og tann aftasti bilurin geva seg til síðis. Men so er tað ikki óvanligt, at tann mittasti bilurin so bara yvirhálar tann fremsta bilin, kanska tí at bilførarin heldur, at bilurin frammanfyri blinkar til síðis fyri at bjóða honum framum.
Tá er neyðsendarakfarið kanska longu komið fram í móti tí mittasta bilinum og má høgga bremurnar í og neyðbremsa.
Tá ið bilurin framman fyri blinkar, hevur tað serliga stóran týdning, at bilførarin aftanfyri hyggur í speglini fyri at vita um eitt neyðsendarakfar kanska er á veg og at tað er tí, at bilurin frammanfyri blinkar.
Yvirhøvur er tað tann størsti trupuleikin, at bilførarar ansa ikki eftir ferðsluni, sum kemur
aftanfyri teir, heldur ikki tá ið talan er um neyðsendarakfør, sigur Ragnar Jacobsen.
Kanska lumpar ferðin á neyðsendarakfarinum eisini bilførarar, so at teir halda, at tað koyrir spakiligari enn tað í roynd og veru ger.
Men tað merkiliga er, at mangan eru tað bilførararnir á teimum størstu bilunum, stórum lastbilum og treylarum, sum eru teir raskastu til at halda av fyri neyðsendarakførum hóast tað eru teir bilførararnir, sum hoyra eina sirenu ringast av øllum, tí bilarnir eru so langir
Tað er kanska tí at hesir bilførararnir eru vanir at brúka speglini og brúka tey allatíðina, men tað eiga teir rós uppiborið fyri, sigur hann.
Hann heldur eisini, at bilarnir hildu betri av fyrr í tíðini, tá ið tá ið teir sóu ella hoyrdu eitt neyðsendar akfar.
Hann heldur, at ein orsøk til tað kann vera, at bilarnir í dag eru betri bjálvaðir enn teir vóru fyrr, og sostatt er tað verri hjá bilføraranum at hoyra eina sirenu.
– Men ein orsøk kann eisini vera, at bilførarar hava harðan tónleik í bilinum, og sostatt ikki hoyra eitt neyðsendarakfar. Ella kanska tosa teir í telefon og tískil ikki hugsavna seg til fulnar um at koyra bil.
– Men bilarnir eru framvegis útgjørdir við speglum og tað er ikki til pynt, men tí at tey skulu brúkast, leggur hann turrisliga afturat.
Hinvegin hevur Ragnar Jacobsen eisini nøkur góð ráð til bilførarar um, hvussu teir skulu bera seg at, tá ið eitt neyðsendarakfar nærkast.
Tá ið ein bilførari varnast eitt neyðsendarakfar afttanfyri seg, skal hann blinka til síðis fyri at vísa at hann hevur gáað um tað, og harafturat skal bilførarin koyra út á vegøkslina, og taka ferðina av bilinum, ella inn á fyrsta víkiplássið.
Eisini bilarnir, sum síggja eitt neyðsendarakfar koma ímóti sær, skulu blinka fyri at vísa, at teir vísa av, og koyra út á vegøkslina og taka ferðina av bilinum, ella fyrsta víkiplássið fyri at geva neyðsendarakfarinum pláss.
Og er tað í hálvmyrkri, ella um myrkri, er tað eisini ein stór hjálp at sløkkja høvuðsljósið og bara lata støðuljósin og blunkiljósini (havaríljósini???) vera frá.
Serliga eiga bilførarar at geva gætur um neyðsendarakfarið er ein sløkkiliðsbilur, tí teir taka nógv pláss, og harafturat eru teir tungir, so bremsilongdin er væl longri, skuldi hann komið undir eina neyðbremsing, tí at bilar ikki geva seg til síðis.
Hinvegin koyra sjúkrabilar og politiibila nógv skjótari og tessvegna er er steðgilongdin eisini tað longri, koma teir undir eina neyðbremsing
Men sum heild eru tað eini góð ráð at hyggja í bakspegilin við rættiliga stuttum millumbilum, sigur Ragnar Jacobsen.
So í samanumtikið ljóða ráðini frá Ragnari Jacobsen: Blinka og far út í síðuna, brúka speglini í jøvnum millumbili, kunna teg um umstøðurnar og loyvi ØLLUM neyðsendar akførum framvið teg.
Hann skrivaði um hesi viðurskifti á Facebook nú ein dagin, har hann hevur lánt eina áheitan frá einum dana, og hevur síðani týtt tað til føroyskt. Tað kanst tú lesa her: https://www.facebook.com/photo.php?fbid=814451278729339&set=a.109759649198509.17362.100004934233743&type=3&theater