Annvør er stjóri í Salmon Proteins

Annvør Jacobsen byrjaði sum skrivstovufólk á hálvari tíð og gjørdist stjóri tvey ár seinni.

Tað er Annvør Jacobsen, ættað úr Saltangará, sum er stjóri og stendur á odda fyri fyritøkuni á Eiði, Salmon Proteins, sum tekur ímóti avskurði, ryggjum, slógvi, gørnum og sjálvdeyðum alifiski. Tað er laksavinnan í Føroyum, sum eigur virkið, ið savnar alt fráfall í vinnuni.

 

Annvør Jacobsen byrjaði hjá Salmon Proteins sum skrivstovufólk á hálvari tíð í 2003, men tá táverandi stjórin, Jógvan Emiel Nielsen, gavst í starvinum í 2005, gjørdist hon stjóri.

 

Tað kann kanska tykjast sum eitt langt lop - at byrja sum skrivstovufólk á hálvari tíð og síðan at taka við stjórastarvi tvey ár seinni.

 

- Jú, tað er rætt, at eg eri stjóri á virkinum, men vit eru ikki so nógv arbeiðsfólk, tó at nøgdirnar av súrløgu eru stórar. Umframt meg sjálva, hava vit ein maskinmann, eitt fólk á skrivstovuni hálva tíð, og so hava vit vaskifólk.

 

Skemtandi sigur Annvør Jacobsen, at hóast hon soleiðis lyfti seg upp í stjórastarv, so hevur hon kortini hug at “umskylda” seg, tá onkur spyr, hvør er stjóri á Salmon Proteins.

 

- Tí, eg eri bara skrivstovufólk við skrivstovuútbúgving, sum hon so lítillátin tekur til.

 

Tað er nógv at seta seg inn í, tá tú tekur við ábyrgd av einum slíkum virki og eitt, sum Annvør Jacobsen mátti gera, tá hon tók við stjórastarvinum, var at taka eitt ketilpassaraskeið á Vinnuháskúlanum fyri at kunna passa ketilin, har hitaviðgerðin av súrløguni fór fram.

 

- Mítt dagliga arbeiði er serliga at hava samskifti við viðskiftafólk, men tá so fá fólk eru knýtt at virkinum, verður eisini avloyst fyri maskinmann og ymiskt annað.

 

Annvør Jacobsen vísir á, at Salmon Proteins er eitt týdningarmikið virkið, sum alivinnan eigur, og tað er brúk fyri okkum alla tíðina, og tað kunnu eisini vera langir dagar virkinum, tá súrløgur skal avskipast.

 

Stjórin vísir á, at virkið hevði umleið 18 avskipingar í fjør, og tað eru teir, sum keypa súrløguna, sum sjálvir koma eftir henni á Eiði. Hetta eru skip við tangum sum lasta umleið 2000 tons.

 

Í fjør tók Salmon Proteins ímóti 19.500 tonsum av vanligum avskurði, ryggjum, slógvi og gørnum, sum kemur undir lágvanda súrløgu - og virkið tók eisini ímóti 5.200 tonsum av sjálvdeyðum og møguliga sjúkum ella viðgjørdum fiski sum kemur undir hávanda súrløgu.

 

- Tað var, tá ILA herjaði tíðliga í hesi øldini - serliga í 2003 og 2004, og nógvur alifiskur doyði - at neyðugt varð við einum virki, sum kundi taka ímóti og samstundis fyribyrgja útbreiðslu av smittu, sigur Annvør Jacobsen.

 

Ein størri samrøða við stjóran í Salmon Proteins kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum kom í dag, fríggjadagin.