Annlis gevur Í Menniskjum Góður Tokki frá sær

Barnabati skal framyvir skipa arbeiðið hjá Í Menniskjum Góður Tokki, nú Annlis Bjarkhamar gevst

- Tað verður framyvir Barnabati sum kemur at hjálpa børnum í fíggjarliga sperdum familjum. Tað er við sorgblídni at eg gevist, men eg fegnist um, at átakið verður framtíðartryggjað hjá Barnabata. Tað eru framvegis alt ov nógv børn í Føroyum, sum dagliga liva við stórum avmarkingum og tí hevur tað verið ógvuliga umráðandi fyri meg, at tann sum tekur yvir framhalandi fer at hjálpa familjum og børnum til jóla og í samband við barnaføðingardagar og frítíðarítriv, sigur Annlis Bjarkhamar.

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, fegnast um, at tey kunnu víðka sítt virksemi við hesum átaki, sum avgjørt fellur innanfyri endamálið hjá Barnabata um at hjálpa og bøta um korini hjá børnum og ungum í Føroyum.

 

Síðan átakið sá dagsins ljós í 2010 hava yvir 2.000 fíggjarliga sperdar familjur fingið jólahjálp. Jólahjálpin hevur hesi árini glett 3.900 børn og gávukort fyri 5,7 milliónir krónur eru latin til jólahjálp, frítíðarvirksemi, føðingardagar og mat.

- Umframt at hava hjálpt øllum hesum børnum og familjum hava vit fingið sett barnafátækradømi á dagsskrá, og hetta fer vónandi at føra við sær politiskar batar, tí barnafátækradømi er ein samfelagstrupulleiki, og ikki ein trupulleiki, sum sjálvbodnir felagsskapir einsamallir skulu taka sær av, sigur Annlis Bjarkhamar.

 

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata sigur, at fyri tey er tað gott at víðka virksemi við hjálpini til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

 

- Vit í Barnabata arbeiða fyri at hjálpa og bøta um korini, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum í Føroyum. Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan tey hava tørv á, sigur Djóni Eidesgaard, og vísir á, hvussu týdningarmikið tað er, at børn í fíggjarliga sperdum familjum hava møguleika at halda jól, føðingardag og ganga til frítíðarítriv á jøvnum føti við javnaldrarnar, sigur hann.