Annita vil hava politiskan blokk

Tjóðveldi eigur at umhugsa at fáa sær ein fastan politiskan flokk at samstarva við.

Tað helt Annita á Fríðriksmørk, fyrsti varatinglimur hjá Tjóðveldi, á flokstinginum í Fámjin um vikuskiftið.

Hon heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Tjóðveldi, at gjørt veljaranum greitt, at flokkurin samstarvar við tann ella tann ávísa flokkin.

Samstundis skal ein greiður politikkur setast út í kortið.

Endamálið skal vera, at veljarin skal vera greiður yvir, at setur hann krossin við Tjóðveldi, veit hann, hvønn fiskivinnupolitikk, sosialpoltikk skattapolitikk, sjálvstýrispolitikk, kommununalpolitikk, hann fær o.s.fr.

Sum tað er nú, er veljarin í teirri støðu, at hann hevur ikki ánilsi av, hvønn politikk hann fær, sama hvar hann setir krossin.

Í hesum sambandi nevndi hon at Tjóðveldi kundi havt serliga nógv at samstarva við Javnaðarflokkin um, tí hesir báðir flokkarnir eru samdir um nógv stórmál.

Hon helt eisini, at Javnaðarflokkurin hevði flutt seg nokk so nógv í sjálvstýrispolitikkinum, so at hann nú var nærri Tjóðveldinum.

Í hesum sambandi varð eisini nevnt, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava gott samstarv.

Tað varð eisini nevnt, at politisku ungdómsfeløgini hjá flokkunum báðum, samstarvaðu væl.