Fleiri vildu upp í part. Men í seinasta enda stóðu bert Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk sum avsendarar av uppskotinum um at »skoyta kynsliga orientering« í mannamunsgreinina í revsilógini.
John Johannesen, Kristian Magnussen, Andias Petersen úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum bjóðaðu seg fram at vera við fyri at fáa eitt breiðari grundarlag undir uppskotinum, men tað hevði ongan áhuga. John Johannesen rør nú upp undir, at Tjóðveldisflokkurin misnýtir málið til egnan fyrimun.
- Allarhelst vil Tjóðveldisflokkurin koyra hetta málið solo fyri at fáa uppmerksomheit heldur enn so góðar sømdir fyri tey samkyndu sum gjørligt, sigur John Johannesen.
Tað var annars ætlanin, at sjey av átta tingfólkum frá Tjóðveldisflokkinum skuld standa sum avsendarar, men hetta bleiv av ongum, tí Páll á Reynatúgvu ikki vildi vera við.