Annita greiðir frá bróstkrabba

Mikukvøldið skipar Bót til Bata, sjálvhjálparbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, fyri einum tiltaki í SMS.

Mikukvøldið skipar Bót til Bata, sjálvhjálparbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, fyri einum tiltaki í SMS.

 

Har verður greitt frá týdniginum av rørslu, har verður boðið ábit, meðan Martin Joensen spælir hugnaligan tónleik. Og so fer Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi løgtingskvinna, at greia frá síni søgu, eftir at hon fekk staðfest krabbamein.

 

Ætlanin við tiltakinum er eisini, at møguleiki er hjá kvinnum at fáa eitt prát við kvinnur frá Bót til Bata, sum er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, ið eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

 

Hesar kvinnur hava fingið upplæring at veita stuðul, ráð og vegleiðing til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

 

Virksemið hjá bólkinum vísti, at tørvur var á tilfari, sum kundi latast teimum, ið sóknaðust eftir kunnleika um hesi viðurskiftið.

 

Í hesum sambandi gav Føroya Felag móti Krabbameini í 1998 út bókling – nevndur "Bót til bata". Bóklingurin verður latin teimum, sum venda sær til felagið.

 

Samband við hesar kvinnur fæst við at venda sær til ráðgevingarstovuna.

 

Felagið veitir stuðul og hjálp til fólk við krabbameini og /ella teirra avvarðandi til at byrja í sjálvhjálparbólki.

 

Endamálið við slíkum bólkum er, at hesi fólk koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, veita hjálp til sjálvhjálp.