Annika saknar fundarboð

- Nær kann politiski fylgibólkurin vænta at fáa fundarboð aftur?


Tað er annar av spurningunum, ið Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur sett í einum §52 a fyrispurningi til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, viðvíkjandi arbeiðinum hjá tvørpolitiska pensjónsbólkinum, ið arbeiðir við eini pensjónsnýskipan.


Tingkvinnan vísir á, at miða varð eftir, at arbeiðið liðugt í vár, men henni vitandi, so er eingin breið semja enn fingið í lag.


- Málið varð, at hetta arbeiðið skuldi vera liðugt í vár og leggjast fyri Tingið eftir ólavsøku. Flokkarnir hava verið við samráðingarborðið, men eingin fundur hevur verið um pensjónsnýskipanina siðani í vár, og enn er sum kunnugt eingin breið semja funnin.


Manglandi fundarboð hevur ført til eina ørkymlandi støðu, metir tingkvinnan.


- Hetta er ørkymlandi, og politikarar eru farnir at óttast, um ætlanin hjá landsstýrismanninum er at sleppa teirri breiðu semjuni til tess enn einaferð at leggja kollveltandi broytingar í pensjónslóggávuni fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman.