Annika positiv um Grønu Oynna

- Eg eri sannførd um, at Nólsoyarverkætlanin kann verða fyrimynd fyri útbygging av grønum orkuloysnum frameftir, bæði her heima og aðrastaðni, og tí er egnað sum ítøkiligt dømi um ein burðardyggan orkupolitikk, sum gongur hond í hond við við ein virknan veðurlagspolitikk, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari upp á fyrispurning frá Bjarna Djurholm

Annika Olsen, landsstýriskvinna við yvirorðnaða orkupolitikkinum, svaraði í gjár fyrispurningi frá Bjarna Djurholm um Nólsoyarverkætlanina.
Hon segði undir tí orðaskifti, ið stóðst av fyrispurninginum, at tað er sera óheppi, at orkumál er tvíbýtt millum Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið, tí meðan hon sjálv umsitur yvirorðnaða orkupolitikkin, so liggur orkuframleiðsla – eitt nú SEV – undir Vinnumálaráðnum.
Men Annika Olsen var positiv um verkætlanina.
Nólsoyarverkætlanin, hvørs upprunaliga endamál var at brúka vindorku til bæði el, hita og vetni, so at oyggin kundi gerast púra leys av olju, eisini í samferðsluni inn til Havnar, var bæði framsøkin og tøkniliga slóðbrótandi, segði Annika Olsen í svari sínum.
Landsstýriskvinnan greiddi frá, at arbeitt verður framvegis við einari verkætlan á privatum stigi, sum kortini ikki er eins ambitiøs og upprunaliga verkætlanin.
Verkætlanin gevur tó framvegis ríkar møguleikar at minka um oljunýtsluna í oynni við at brúka vindorku til upphitan av vatni, sum so kann verða brúkt í einari fjarhitaskipan, segði Annika Olsen.
Veðurlagspolitikkur Føroya mælir til at útbyggja fjarhitaskipanir, so oljunýtslan til upphiting kann skerjast munandi.
Tí meti eg, aty Nólsoyarverkætlanin framvegis er ein dygdargóð verkætlan, hvørs aðalmál stuðlar undir veðurlagspolitikk Føroya um at skerja útlátið av veðurlagsgassum, segði Annika Olsen.

Landsstýriskvinnan vísti á, at Innlendismálaráðið ikki eru beinleiðis knýtt at verkætlanini, tí tað er fyrst og fremst Jarðfrøði, ið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum hevur verið knýtt at og leitt ætlanina. Tí helt hon, at spurningurin í veruleikanum átti at verði settur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra.
Viðvíkjandi spurninginum um at mæla til at seta pening av til verkætlanina segði Annika Olsen, at Innlendismálaráðið bert hevur fýra milliónir krónur at ráða yvir til stuðul til slíkar verkætlanir, og tað munar einki í førinum Nólsoyarverkætlanin.
Men tá spurt verður, um landsstýriskvinnan metir verkætlanina kunna verða eina fyrimynd fyri burðardyggan orkupolitikk, er hon meiri bjartskygd.
- Eg eri sannførd um, at Nólsoyarverkætlanin kann verða fyrimynd fyri útbygging av grønum orkuloysnum frameftir, bæði her heima og aðrastaðni, og tí er egnað sum ítøkiligt dømi um ein burðardyggan orkupolitikk, sum gongur hond í hond við við ein virknan veðurlagspolitikk, segði Annika Olsen.
Hon dugir kortini ikki at meta um, hvørt júst Nólsoyarverkætlanin kann profilera Føroyar í alheims høpi.
Við tí menning, vit síggja her heima og úti í heimi innan varandi orkukeldur, so er kappingin hørð. Men jú fleiri verkætlanir verða framdar, tess meira hava Føroyar at vísa á úti í heimi, segði Annika Olsen.