Annika Olsen á kunningarferð í útoyggjum

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, var fríggjadagin í Mykinesi saman við borgarstjóranum í Sørvágs kommunu og kunnaði seg um viðurskiftini í Mykinesi. Fundur var við fólk á staðnum har umrødd vórðu mál sum hava týdning fyri Mykines og mykinesfólk. Eisini kunnaði landsstýriskvinnan seg um verkætlanina at byggja gistingar- og listahús í Mykinesi, sum í ár hevur fingið játtað 140.000 krónur í stuðli av játtanini til útoyggjamenning.

Í dag vitjaði landsstýriskvinnan Stóra Dímun, har hon varð kunnað um viðurskiftini í oyggini, umframt at hugt varð eftir framleiðsluhúsinum, sum stendur í gerð. Framleiðsluhúsið hevur í ár fingið játtað eina millión krónur í stuðli av játtanini til infrakervið á útoyggj og væntandi stendur húsið liðugt seinni í ár.