- Hetta er ein greið ábending frá kommunum um, at innast inni vilja tær ikki hava eldraøkið at umsita.
Soleiðis tulkar Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hvassorðaðu yvirlýsingina frá Kommunusamskipan Føroya nú seinnapartin.
Longu niðri á www.in.fo ber til at lesa um yvirlýsingina og eisini, hví Heðin Mortensen sigur, at tað er neyðugt at hótta landsstýriskvinnuna.
- Eg hevði bara viljað, at kommunurnar høvdu dirvi til at kalla ein spaka fyri ein spaka og boðaðu greitt frá, at tær vilja ikki hava eldraøkið at umsita.
Og hon ger púra greitt, at umstrídda kunngerðin verður ikki tikin aftur, men kemur í gildi sunnudagin, sum ætlað.
Hon heldur, at veruliga orsøkin til, at kommunurnar fara so harðliga til verka, er fyri at provokera samgonguna til sleppa ætlanini at leggja eldraøkið undir kommunurnar.
- Eg hevði bara viljað, at kommunurnar høvdu dirvi til at kalla ein spaka fyri ein spaka og boðaðu mær frá, at tær klára ikki at átaka sær at umsita eldraøkið.
Hon sigur eisini, at heldur hendan støðan fram, má hon taka støðuna til eftirtektar og leggja alt eldraøkið undir landið, tí kommunurnar ikki klára at skipa tey samstarvsøki, sum krevst, ella tí at tær í aðrar mátar ikki síggja seg førar fyri at átaka sær eldraøkið.
Annika Olsen, heldur, at nú mugu allir partar sláa kalt vatn í blóðið og grava stríðsøksina niður.
Fundur verður við kommunurnar um eina viku, ella so og har fer Annika olsen at taka spurningin upp.
Hon staðfestir, at umstrídda kunngerð er sett í gildi fyri at tryggja rættindini hjá teimum eldru og at tað má ganga fram um lokalpolitikk.
- Eg veit ítøkilig dømi um óhjálpin eldri, sum eru sent heim av heimi, landið runt, tí at tær av tilvild búgva í ”skeivari” kommunu, sum ikki eigur røktarheim ella
sambýli.
- Tað kann eg ikki liva við og nýggja kunngerðin hevði tryggjað viðkomandi fólki eitt búpláss í nærumhvørvinum, sigur Annika Olsen.