Annika og Kaj Leo lítla undirtøku

Um tað var ætlanin, at Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen hvør í sínum lag skuldu taka kappingina upp við Heðin Mortensen um at vera borgarstjóri í Havn, so eru tær ætlanirnar miseydnaðar.

 

Í øllum førum sambært kanningina, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið.

 

Tí sambært kanningini er tað so at siga bara Heðin Mortensen, sum veljarar í Havn vilja hava til borgarstjóra.

 

32,1 prosent av teimum spurdu siga, at Heðin Mortensen eisini skal vera borgarstjóri í Havn eftir valið týsdagin.

 

Kappingin frá ávikavist Kaj Leo Holm Johannesen og Anniku Olsen er so at siga bara ein viðfáningur. Tí tey fáa ikki 4 prosent tilsamans, tá veljarar verða spurdir, hvør skal vera borgarstjóri.

 

Jógvan Arge í Tjóðveldi fær eitt vet størri undirtøku sambært kanningini, tí hann fær 4,1 prosent, tá fólk verða spurd um, hvør skal gerast borgarstjóri eftir valið.

 

Í kanningini vórðu fólk spurd soleiðis:

 

– Hvønn av teimum uppstillaðu sært tú helst sum borgarstjóra?

 

Tey spurdu skuldu tá siga navnið tí millum tey uppstillaðu, sum tey helst vildu hava sum borgarstjóra.

 

Úrslitið sæst niðanfyri:

 

Navn

Atkvøðutal

prosent

1

 Heðin Mortensen

212

32,1

2

 Jógvan Arge

27

4,1

3

 Kaj Leo Holm Johannesen

14

2,1

4

 Marin Katrina Frýdal

12

1,8

5

 Annika Olsen

11

1,7

6

 Bogi Andreasen

9

1,4

7

 Gunnvør Balle

9

1,4

8

 Tróndur Sigurðsson

9

1,4

9

 Ruth Vang

5

0,8

10

 Annita á Fríðriksmørk

3

0,5

11

 Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð

2

0,3

12

 Jan Christiansen

2

0,3

13

 Jógvan Thomsen

2

0,3

14

Annfinn Brekkstein

1

0,2

15

 Beate L. Samuelsen

1

0,2

16

 Boði Haraldsson

1

0,2

17

 Djóni Nólsøe Joensen

1

0,2

18

 Halla Samuelsen

1

0,2

19

 Helena Dam á Neystabø

1

0,2

20

 Høgni Jacobsen

1

0,2

21

 Jákup Dam

1

0,2

22

 Joan Neshamar

1

0,2

23

 Kristianna Winther Poulsen

1

0,2

24

 Leivur Hansen

1

0,2

25

 Malan Eyðunsdóttir

1

0,2

26

 Odd Færø

1

0,2

27

 Súsanna Olsen

1

0,2

28

 Theresa T,Kreutzmann

1

0,2

29

 Tráin Petursson Nónklett

1

0,2

 

Tilsamans

 

51,4

 

Veit ikki/ósvarað/ógreitt

322

48,8

 

 660 fólk vórðu spurd í kanningini.