Í dag, seinnapartin, hevur Annika Hoydal, songkvinna og sjónleikari konsert í Grønlandi saman við tónleikarum sínum. Tey fara at framføra sangir og løg av fløguni Havið, sum kom út í fjør bæði á føroyskum og enskum. Bróður Anniku, Gunnar hevur skrivað flestu tekstirnar, ið allir eru um evnið havið, Jette Hoydal hevur týtt til enskt og Annika hevur gjørt øll løgini í samstarvi við skotskar tónleikarar.
Á konsertunum fer Annika at siga søgur sum upplegg til sangirnar, John von Daler spælir violin saman við John Kofoed Larsen, sum spælir guitar. Inn ímillum fara hesir báðir at improvisera yvir nakrar fólkavísir á ljóðførum teirra.
Fyrsta konsertin á konsertferðini í Grønlandi var í Aasiaat hósdagin. Í dag er konsert í Sisimut og týsdagin í Katuaq, ið er mentanarhúsið í Grønlandi. Mikudagin er eitt serligt tiltak á skránni, ið byggir á ritverkið hjá Williami Heinesen. Tað eitur "Kære William". Í forhøllini í Katuaq, mentunarhúsinum í Grønlandi, stendur ein framsýning av øllum bókunum eftir William Heinesen íroknað tær báðar sum eru givnar út í Grønlandi, De fortapte spillemænd og Noatun.
Sunnudagin í næstu viku hevur Nordisk kvindekor í Nuuk stóra konsert við Edvardi Nyholm Debess sum leiðara. Tær fara at syngja nýggjari norðurlendskar sangir, sum Edvard hevur lagt til rættis fyri kór. Konsertin verður send beinleiðis í útvarpinum um alt Grønland úr stóra salinum í Katuaq.
Stjóri í Katuaq - mentunarhúsinum í Grønlandi er Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann vónar, at fleiri føroysk tiltøk vera í húsinum í framtíðini.










