Annika hevði 11 bjargingar tá Haukar taptu fyri Vali

Avrikið í seinna hálvleiki feldi Haukar í útidystinum móti Vali

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevði 11 bjargingar tá lið hennara, Haukar taptu 26-32 fyri Vali á útivølli í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Haukar høvdu eitt framúr gott avrik í fyrra hálvleiki, og vóru á odda 14-13 í steðginum.

 

Tá 45 minuttir vóru farnir av dystinum hevði Valur vent dystinum, og vóru á odda 24-20.

 

Aftaná tveir sigrar og ein javnleik í trimum teimum fyrstu dystunum gjørdist hetta fyrsta tapið hjá Haukum í íslendsku kappingini hetta kappingarárið.

 

Komandi leygardag taka Annika og Haukar móti ÍBV, ið vónandi gevur Ingibjørg Olsen spælitíð so vit kunnu fáa eina føroyingauppgerð. 

 

ÍBV tapti ígjár á heimavølli 24-26 (12-15) fyri Stjørnuni. Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV. 

 

Nr. LiðDystirVJTStig
1 Fram54109
2 Valur44008
3 Haukar42115
4 KA/Þór42115
5 Stjarnan52034
6 HK51133
7 ÍBV41032
8 Afturelding50050