Stjørnan hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Anniku og Duritu Ljósstein. Durita hevur spælt við Stjørnuni seinastu tvey kappingarárini, eftir at hon hevði verið í Danmark undan hesum, og nú hevur hon tikið avgerð um at halda fram. 35 ára gamla Annika Ljósstein spældi í fjør við Neistanum, men nú er líkt til, at hon fer at enda hondbóltsleiðina í barndómsfelagnum, har hon áður hevur verið við til at vinna fleiri meistaraheiti.