Føroyingar flest munnu kennast við navnið Annika Hoydal. Um ikki annað, kenna vit sangin um alduna, sum dregur meg at sær og rekur meg frá.
Nú Annika Hoydal fyllir 70 í novembur, letur hon nýggja útgávu úr hondum, sum hon hevur gjørt í samstarvi við beiggja sín, Gunnar Hoydal. Endurljós, sum er heitið á útgávuni, er ein fagnan av lívinum og listini, sum hon hevur skapt saman við Gunnari.
Í samband við útgávuna fer Annika aftur á pall, tá hon saman við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum fer at framføra løg, bæði av nýggju útgávuni og av hittlistanum. Útgávukonsertin verður endabrakið á Bókadøgunum, og verður í Norðurlandahúsinum 22. novembur.