Súsanna Danielsen er stjóri á løgtingsskrivstovuni. Hon hevur saman við umsitingini peikað á Annfinn V. Hansen, sum ein av teimum, tey halda vera hóskiligan kanningarstjóra.
Vanliga mannagongdin er, at umsitingin í Løgtinginum kannar evnir til kanningarstjóra. Umsitingin gevur so tingformanninum ein lista yvir persónar, sum eftir teirra tykki lúka treytirnar sum kanningarstjóri. Sambært stýrisskipanarlógini eru treytirnar til ein kanningarstjóra, at hann hevur løgfrøðisligt, at hann ikki er starvsettur í fyrisitingini hjá landsstýrinum ella á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum ella hava viðgjørt málið áður. Og so er tað annars løgtingsformaðurin, sum velur kanningarstjóran. Hetta hevur eisini verið mannagongdin, nú kanningarstjóri skuldi setast at kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðartunlinum.
Hvørjir persónar annars stóðu á listanum, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fekk útflýggjaðan frá Súsannu Danielsen vil stjórin á løgtingsskrivstovuni ikki upplýsa.
Spurd um, hvat tey í umsitingini í løgtinginum hava gjørt fyri at kanna gegnið hjá kanningarstjóranum, svarar Súsanna Danielsen greitt, at tey einans kanna um viðkomandi persónar uppfylla áður umrøddu treytir, sum stýrisskipanarlógin setur.
Hon sigur, at hon ikki hevði hóming av, at Annfinn V. Hansen skuldi føra eitt rættarmál fyri løgmansskrivstovuna, tá tey peikaðu á hann sum ein av egnaðu persónunum at vera kanningarstjóri, men tað er heldur ikki teirra uppgáva at kanna tað.
Sostatt uppgávan hjá Annfinni V. Hansen at prógva og meta um sítt gegni. Og har er hann sjálvur av teirri sannføring, at hann er gegnigur.
- Metti eg meg ikki vera gegnigan, so hevði eg jú ikki játtað at átaka mær uppgávuna, sigur Annfinn V. Hansen, sigur Annfinn V. Hansen aðrastaðni á hesum síðum.
Annfinn V. Hansen er sjeyndi kanningarstjórin, sum er settur. Dánjal Magnussen hevur tvær ferðir verið kanningarstjóri, Páll Nielsen, Turid D. Hentze, Maiken Johansen og Petur Even Djurhuus hava øll verið kanningarstjóri einaferð.