Annfinn: Hetta er bakbit

Annfinn Brekkstein er milt sagt ónøgdur við nýggju samgonguna í Tórshavnar býráð.

 

- Eg havi aldri nuppliva slíkt í politikki fyrr. Hetta er í veruleikanum bakbit, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Annfinn Brekkstein sigur, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu ein avtalu, har alt var komið uppá pláss.

 

- Vit samráddust frá kl. 12 til hálvgum fýra og hava síðan ein steðg. Tað næsta eg hoyri er, at Fólkaflokkurin er farin til Tjóðveldi og Framsókn. Hetta er ein skitin máti at dríva politikk og ikki ein máti, sum eg kann taka undir við, sigur Annfinn Brekkstein, ið er einasta umboðið fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð.