Anne Nørdsti á Dansibandsfestivalin

Norska dansibands-drotningin Anne Nørdsti vitjar Dansibandsfestivalin 2018 í Vági.

Tað er nú greitt, at norska dansibands-drotningin Anne Nørdsti kemur at framføra á Dansibandsfestivalinum 2018 í Vági.  Tað skriva fyrireikararnir á facebook síðuni hjá Dansibandsfestivalinum.

 


- Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at norska dansibands-drotningin Anne Nørdsti kemur á Dansibandsfestivalin í Vági, sum verður 4. og 5. mai 2018, skriva fyrireikararnir.

 


- Meiri verður at frætta um billettsølu í næstum, tá vit eisini fara at kunngera hvørji onnur koma at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági 2018, verður sagt á facebook vanganum hjá Dansibandfestivalinum.

 

 

Hoyr Anne Nørdsti her:

https://www.youtube.com/watch?v=AxS0F867E4M