Ovastevnunevndin hevur gjørt av, at tað verður presturin í Fuglafjarðar prestagjaldi, Anne Mette Greve Klemensen, sum fer at seta ovastevnu.
Anne Mette Greve Klemensen er eitt kent andlit í Nólsoy, haðani maður hennara, Leif Hansen, er.
Ovastevna verður sett á bryggjuni í Nólsoy leygardagin klokkan 14, og sum vant fer Havnar Hornorkestur at seta sín serstaka dám á løtuna.
Veðurforsagnirnar til leygardagin eru lovandi.
- Tí vænta og vóna vit, at nógv fólk fara at leita sær á ovastevnu, har einki hegn verður, soleiðis sum verið hevur seinnu árini, siga fyrireikararnir.










