Anne Kristine Herje vitjar Frelsunarherin

Frelsunarherurin hevur vitjan av major Anne Kristine Herje, sum hevur verið trúboðari í meira enn 40 ár

. Anne Kristine var bara 24 ára gomul, tá hon fór til eitt av teimun fátæku londinum í Miðamerika. Hon er soldátur í Frelsunarherinum og hevur gjørt tænastu í nøkrum av teimum ringastu krígsherjaðu londunum í heiminum.

Hon fær ikki løn frá militærinum, hóast hon hevur eitt arbeiði, ið er vandamiklari enn vit kunnu ímynda okkum, men hon arbeiðir í einum heri, ið trygt kann kallast heimsins friðarligasti herur, Frelsunarherurin. Hon berjist ikki við vápnum og tílíkum. Hennara vápn hevur altíð verið medmenniskjaligheit og vón, og tað er eitt av endamálunum hjá Frelsunarherinum.

Anna Kristina hevur altíð verið virkin við at hjálpa menniskjum ið hava tað trupult, antin tað er heima í Noregi ella í sínum arbeiði sum Harrans útrætti armur í nøkrum av heimsins fátækstu umráðum. Við sær í viðførinum hevur hon ikki altíð vælskrivaðar talur ella skjøl, men hon hevur vón til líðandi menniskju. Hon hevur aldri verið gift, men allíkavæl er hon móðir at mongum børnum.

Anne Kristine Herje verður á Heimaforbundinum hjá Frelsunarherinum hóskvøldið 23. september kl. 20.00, kollektin fer til arbeiði á Haiti. Hon kemur at tala á morgunmøtinum sunnudagin 26. september kl. 11 og á kvøldmøtinum kl. 18. Sunnudagin verður innsavnan, og peningurin fer til arbeiði á Haiti og til arbeiði móti Trafficking (menniskjahandli).

Ein bók er nýliga givin út um hennara lív og virksemi á Haiti, og hon hevur nøkur eintøk við sær at selja.