Anne Grete Mikkelsen sett sum læknastjóri

Landsstýrismaðurin í Heilsu- og Almannamálum hevur sett Anne Grete Mikkelsen í starv sum læknastjóri við Landssjúkrahúsið

 

Anne Grete Mikkelsen er dani, 58 ára gomul og fødd í Ringkøbing. Hon tók læknaprógv í Århus í 1970. Fekk serlæknaviðurkenning í intern medisin í 1981.


Anne Grete Mikkelsen hevur starvast sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi síðani 1991 og verið administrerandi lækni har síðani januar 1993.


Hon hevur umframt sína læknafakligu útbúgving holla útbnúgving innan leiðslu og fyrsiting.


Anne Grete Mikkelsen tekur við starvinum 1. desember 2000 og verður sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum sostatt fullmannað tá.


Setanin verður, sum hjá sjúkrahúsleiðaranum og sjúkrarøktarstjóranum áramálssett í fimm ár.