Fyrrapartin var grundlógaravhoyr í Føroya rætti, har ákæruvaldið bað um at fáa tveir mans varðhaldsfongslaðar í samband við eitt rúsdrekkamál.
Annar er ein 25 ára gamal dani, sum varð handtikin á flogvøllinum í gjár, undir illgruna fyri at hava við sær eina fyribils óupplýsta nøgd av rúsevnum við sær til Føroya. Sum skilst hevði maðurin roynt at smugla rúsevnini innvortis, men tollvaldið stóð fyri honum og handtók hann, tá hann kom til Føroya.
Hin var ein 41 ára gamal føroyingur.
Ákæruvaldið bað um at grundlógaravhoyrið varð hildið fyri afturlatnum durum, og tískil var lítið annað upplýst fyri fjølmiðlunum. Hetta var gjørt fyri at verja tað áhaldandi kanningararbeiðið hjá løgregluni.
Dómarin eftirlíkaði ynskinum hjá ákæruvaldinum um at varðhaldsfongslað danan. Hann skal tí sita í varðhaldi í tvær vikur, har av onnur teirra verður í einakliva.
Føroyingurin var tó leyslatin aftur.










