Annar fer upp og hin niður

1.DEILD: Giza Hoyvík fer næsta ár at spæla í 2. deild og ÍF í fremstu røð

Tað var toppur ímóti botni í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin ígjár.

Fyri fleiri vikum síðani var greitt, at ÍF næsta ár aftur verður millum tey fremstu.

Í gjár varð endaliga staðfest, at Giza Hoyvík næsta ár verður í triðibestu deildini.

ÍF vann 3-2 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.

Annar parturin flytur upp, og nú flytur hin niður.

Endaspurturin hjá Giza Hoyvík var góður, tá ið tað eydnaðist at minka um munin frá 3-0 og til 3-2, men fyri níggjundu ferð í ár legði Giza Hoyvík rygg til tap við einum máli.

 

Ari Ó. Ellingsgaard skoraði bæði málini undan steðginum. Tað fyrra í 20. minutti og tað seinna seks minuttir undan steðginum.

Seks minuttir eftir steðgin økti Tóri Nolsøe Olsen um munin til 3-0. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var millum teir fyrstu ellivu á besta ÍF liðnum. Við fyrsta málinum á besta liðnum gav hann sær sjálvum góða føðingardagsgávu, tí mikudagin verður hann 17 ára.

 

3-0 og 40 minuttir eftir. Tá sá tað út til, at tað fór at verða stórsigur, men soleiðis endaði tað ikki.

ÍF rakti stong og tvørtræ, áðrenn Giza Hoyvík svaraði aftur. Síðstu lítlu løtuna skoraðu Hugin á Borg Feber og Niklas Fríði Jacobsen, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at javna.

 

ÍF fær gullið á Sandi leygardagin. So verður besta deildin á dagsskránni.

Giza Hoyvík fær leygardagin vitjan av NSÍ. So verður 2. deild á dagsskránni.