Annar drongurin er illa løstaður

- Annar drongurin hevur fingið stóran skaða, meðan hin er sloppin munandi lættari, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Tað var her á krossinum, at álvarsliga ferðsluóhappið hendi tíðliga sunnunáttina.

Tíðliga sunnunáttina hendi eitt álvarsligt ferðsluóhapp á krossinum, Jóannes Patursonargøta/ Grønlandsvegur í Havn. 

 

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn koyrdu tveir dreingir á prutli út fyri ein bil, sum kom koyrandi eftir Jóanes Paturssonargøtu.

Dreingirnir á prutlinum høvdu treytaleysa víkiskyldu.

 

Um vikuskiftið varð sagt, at báðir dreingirnir høvdu fingið álvarsligan skaða.

 

Í morgun veit vaktleiðarin á politistøðini at siga, at annar drongurin hevur fingið stóran skaða, meðan hin drongurin er sloppin munandi lættari.

 

- Í løtuni vita vit ikki um viðgerðina, sum tað álvarsliga skaddi skal hava, og vit kunnu ikki upplýsa ítøkiliga um skaðarnar.

Spurdur, um tað er hugsandi, at rúsdrekka var uppi í ferðsluóhappinum, sigur vaktleiðarin, at tað kann hann einki siga um í løtuni.

 

Tað var her á krossinum, at álvarsliga ferðsluóhappið hendi tíðliga sunnunáttina.