Anna við síni fyrstu fløgu

Fløga við Onnu D. Háberg kemur fríggjadagin, 28. november í handlarnar kring landið. Heitið á útgávuni er ?Nakið?. Av teimum tíggju sangunum, sum eru á fløguni, eru átta teirra nýggir.

Sangirnir á fløguni hava eitt sorgblítt huglag og endurspegla hendingar sum Annu hevur verið fyri - hendingar, sum vendu tilveruna á høvdið. Tekstir og partar av løgunum flyta seg í dámi og bygnaði frá tí dapra og tunga til vónina, sum er hornasteinur undir tilveruni. Tekstirnir eru allir føroyskir.

Hóast tónleikastílurin er næstur bleytum jassi, eru løgini merkt av sínum føroyska uppruna.

Meginparturin av upptøkunum eru gjørdar live í Baby Factory í Keypmannahavn saman við føroyskum og donskum tónleikarum.

Gunnar G. Guttesen hevur lagt tónleikin til rættis og framleitt. Óli Poulsen ljóðblandaði. Lagasmiðir eru Gunnar G. Guttesen, Pætur Háberg, Regin Guttesen, Øssur Berghamar, Óli Poulsen, Jákup Zachariassen og Anna hevur sjálv gjørt eitt lag.

Orðasmiðir eru Símun Absalonsen, Martin Joensen, MC Restorff, Hans Jacobsen og Petur W. Háberg (e).

Søluavlopið fer óskert til Ráðið fyri Ferðslutrygd.