Tað gerst alt meiri vanligt, at kvinnur troðka seg inn á annars mansdominerað øki. Fleiri kvinnur hava fingið prógv til dømis elektrikari, snikkari, málari og enntá skipari. Og eisini innan húsasmíð halda kvinnur seg framat.
Í gjár fekk Anna Reinert handað prógv sum húsasmiður á Tekniska Skúla í Tórshavn. Hetta er fyrstu ferð, at Tekniski Skúli í Tórshavn handar eini kvinnu prógv sum timburmaður. Men kortini ikki fyrstu ferð, at tað hendir í Føroyum.
Men hví hevur Anna valt at taka útbugving sum timburmaður?
– Eg arbeiddi hjá pápa mínum, sum er timburmeistari, og so kom tað rímiliga náttúrligt at fara í læru hjá honum, sigur Anna Reinert.
Tað sigur seg sjálvvt, at hon hevur verið rættiliga einsamøll kvinna í einari mansverð, men tað hevur ikki rættiliga nerva hana.
– Tað hevur verið ein avbjóðing, men eg haldi ikki, at tað hevur verið so galið. Vit hava komið væl út av tí saman, sigur núklækti timburmaðurin.
At pápin, Ólavur Reinert, er timburmeistari, hevur sjálvandi havt sína ávirkan á, at Anna fór í læru.
– Ja, tað hevur sjálvandi verið viðvirkandi til, at eg tók hesa avgerð, sigur hon.
Ofta er tosið í einari mansverð ikki hitt sama, sum á inari skrivstovu, og soleiðis hevur eisini verið fyri Annu.
– Sjálvandi tosaðu menninir sítt tos, og eg fekk okkurt skotið, men tað lærir man skjótt at liva við, sigur Anna Reinert.
Men sjálvt um hon nú hevur lokið útbúgving sum húsasmiður, verður hamarin ikki tað fyrsta, hon fer at taka í hond.
– Eg havi søkt inn sum byggiteknikari, so tað verður tann vegin, eg ætli mær, sigur Anna Reinert.
Hon er higartil onnur kvinnan, sum fær prógv sum timburmaður í Føroyum. Hin fyrsta var Margit Eltør, ið fók prógv sum timburmaður á Tekniska Skúla í Klaksvík í 1990.