Anna syngur ?Tomorrow Never Dies?

Anna Nygaard og hini, sum eru eftir í donsku X Factor-kappingini, skulu í annaðkvøld syngja yngri og eldri James Bond-klassikarar saman við Big Band-orkestrinum hjá DR. Hesa ferð verður tað ikki tað vanliga orkestrið, sum kemur at hava undirspælið, men í staðin Big Band-orkestrið hjá DR við sínum 20 tónleikarum.

 

Sostatt er stílurin lagdur, tá sangararnir fara á pallin við James Bond-klassikarum, harav tann elsti er frá 1985 og tann nýggjasti frá 2007.

 

Út frá egnum tulkingum og við ymsum íkasti og íblástri frá dómarunum, fara X Factor-sangararnir í annaðkvøld klokkan 19 í luftina við hesum sangum:

 

Anna: ?Tomorrow Never Dies? (Sheryl Crow)

The Fireflies: ?For Your Eyes Only? (Sheena Easton)

Jesper: ?A View To A Kill? (Duran Duran)

Thomas: ?You Know My Name? (Chris Cornell)

Tine: ?Licence To Kill? (Gladys Night)