Leygarkvøldið var annað innleiðandi umfar í Prix Føroyum hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir spældu í hesi røð:
Mind?s Eye
Déjá Vu
onkikanndiskuterast.alt kann
Speaker
Holgar & Villmenn
10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga dygd, spæl og framførslu.
Déjá Vu var nummar 1 og vann sær pláss í finaluni. Mind?s Eye var nummar 2 og skal spæla í eini hálvfinalu saman við fýra øðrum bólkum, har besti bólkurin fær eitt finalupláss.